Ynskja greiðari reglur

Ynskja greiðari reglur
Leigunevndin heitir á myndugleikarnar um at seta í verk reglur um góðkendar leigubústaðir
 
05.05.2017 - 18:58

- Hetta kann hava týdning fyri at tryggja rýmingarleiðir, og tá boðað verður frá eldi, ella tá tørvur er á hjálp, sigur leigunevndin í ársfrágreiðingini.

Seinasta árið eru eingi ítøkilig stig til til at gera yvirlit yvir góðkendar leiguíbúðir. Leigunevndin tekur sær av trætumálum millum leigara og útleigara.

Viðgjørdu 23 mál í 2016

Í fjør viðgjørdi nevndin 10 kærur og 23 fyrispurningar. Kærur vóru bæði frá leigarum og útleigarum. Flestu mál eru um ósemjur millum leigara og útleigara um uppsagnir.

Leigunevndin hevur í summum førum álagt útleigara at taka uppsøgn aftur, og hevur í øðrum førum góðkent uppsagnir.

Andrass Holm Arge er formaður í leigunevndini, og hinir nevndarlimirnir eru Gunnleyg Árnafjall og Jóhan Syderbø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672