Brendu havaavfall í lýsingini

Brendu havaavfall í lýsingini
Fleiri ørkymlaðir borgarar í Havn ringdu til sløkkiliðið um seks-tíðina í morgun, tí tey sóu nógvan royk í vesturbýnum. Talan var tó ikki um húsaeld
 
08.05.2017 - 08:29

Roykurin stavaði frá einum báli í einum urtagarði í Grønulíð, har tey vóru farin at brenna greinar og annað urtagarðsrusk frá morgunstundini.

Tað er loyvt at brenna greinar og annað í urtagarðinum, uttan at biða um loyvi frá sløkkiliðnum. 

Men á Brandstøðini í Havn siga tey, at tað er eitt gott hugskot at boða sløkkiliðnum frá, um tú skalt brenna urtagarðsrusk, hóast hetta ikki er eitt krav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717