Løgreglan: Ein maður framdi atsóknina

Løgreglan: Ein maður framdi atsóknina
Tað var ein einsamallur maður, sum framdi atsóknina á eini konsert í Manchester mánakvøldið, sigur bretska løgreglan
Tað var ein einsamallur maður, ið framdi atsóknina á eini konsert í Manchester mánakvøldið, sigur bretska løgreglan
Mynd: AP  
 
23.05.2017 - 09:10

Tað var ein einsamallur maður, sum framdi atsóknina í forhøllini í Manchester Arena í gjárkvøldið, har amerikanska sangkvinnan Ariana Grande hevði konsert.

Maðurin skeyt eina spreingiløðing og doyði í atsóknini, upplýsti bretska løgreglan á tíðindafundi fyri løtu siðani. Løgreglan sigur, at 22 fólk eru deyð, teirra millum eru eisini børn, og umleið 60 fólk eru særd.

SÍ EISINI Minst 22 deyð í spreinging

Tað er óvist, um onnur eisini høvdu samband við atsóknina, men gerningsmaðurin var einsmallur í forhøllini í Manchester Arena, sigur løgreglan, ið kannar málið sum eina yvirgangsatsókn.

Bretska trygdarnevndin kemur saman til fundar í hjá Theresu May, forsætisráðharra, í Downing Street klokkan 10 fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045