185 ung fáa summarfrítíðararbeiði í Havn

185 ung fáa summarfrítíðararbeiði í Havn
Nógv fleiri søktu enn tey, sum hava fingið arbeiði.
Mynd: savnsmynd  
 
14.06.2017 - 10:03

185 ung í Tórshavnar kommunu hava fingið arbeiði í tvær vikur hjá kommununi.
Tey eru vald millum 326 umsøkjarar, 138 gentur og 187 dreingir. 
Í fjør søktu yvir 400 um arbeiði. Tá fingu 200 arbeiði. Tey vórðu funnin við lutakasti, sum ein telda gjørdi.

Tey eru tikin framum, sum hava søkt áður


Í ár varð lagt upp fyri, um umsøkjari hevur verið í Ungum í arbeiði áður, og um umsøkjari hevur søkt fyrr, men ikki fingið arbeiði.
Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt á heimasíðuni, hvørji hava fingið arbeiði í summar. 
Ung í arbeiði er fyri 14, 15 og 16 ára gomul. Tey arbeiða í tvær vikur, 40 tímar um vikuna. Tey fyrstu fara til arbeiðis 26.juni.

Arbeiðið er at fríðka í kommununi. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juni
Morgunlestur mánadagur 15.juni 2026
209561
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678