Spilloljan væl endurnýtt

Spilloljan væl endurnýtt
Spilloljuverkið, ið er eitt landspolitiskt átak at fyribyrgja dálking í havinum kring Føroyar, endurnýtti 99 prosent av spilloljuni
 
18.06.2017 - 10:43

Spilloljuverkið hjá IRF tók í 2016 ímóti 4.213 rúmmetrum av spillolju og oljudálkaðum vatni.

Av hesum var 99 prosent endurnýtt. 35% varð endurnýtt sum spillolja og 64% varð reinsað vatn, sum varð leitt út aftur í náttúruna, og einans 1% var óreinska, ið varð brend.

Tað skrivar IRF í íðindaskrivi til miðlarnar í sambandi við at Sirið Stenberg landsstýriskvinna í innlendismálum hevur vitja Spilloljuverkið hjá IRF.

 

Landið við til at halda havumhvørvið í Arktis reint

Spilloljuverkið er eitt landspolitiskt átak at fyribyrgja dálking í havinum kring Føroyar. Avgjaldið á innfluttari olju fíggjar raksturin av Spilloljuverkinum, sum reinsar spilloljuna og selur hana til endurnýtslu.

Átakið varð gjørt fyri at tryggja, at spillolja frá skipum og øðrum kemur upp á land og verður endurnýtt, heldur enn at tað endar í havinum.

Við Spilloljuverkinum er landið eisini við til at halda havumhvørvið í Arktis reint, nú alsamt fleiri útlendsk skip, ið sigla í økinum, leggja at í Føroyum og koma við spilloljuni til IRF. Í hesum høpi verða russar nevndir sum serliga raskir at koma til lands við allari síni spillolju og ruski.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592