Nógvar fráboðanir um rottu

Nógvar fráboðanir um rottu
Tórshavnar kommuna hevur í ár fingið munandi fleiri fráboðanir um rottu enn kommunan hevur fingið tey síðstu árini
Tórshavnar kommuna hevur higartil í ár fingið nógv fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava sæð rottu, enn kommunan hevur fingið tey síðstu árini, sigur kommunan
 
19.06.2017 - 11:54

Tórshavnar kommuna hevur higartil í ár fingið meira enn 100 fráboðanir um rottu frá fólki í kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, torshavn.fo

Tað eru munandi fleiri fráboðanir enn komman hevur fingið tey síðstu árini. Tí rópar høvuðsstaðarkommunan nú varskó við einum átaki, har heitt verður á fólk um at fara í hernað ímóti rottu.

Verandi rottukunngerðin, sum er frá 192, er ótíðarhóskandi og skal tí dagførast í næstum. Nýggja kunngerðin er í løtuni til hoyringar, har hon er til 23. juni.

11 oyggjar eru rottufríar

Rottufríu oyggjarnar í 2017 eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur.

Kunngerðin sigur, at kommunustýri skal seta upp skelti á fleiri tungumálum við kunning um rottu, fráboðanarskyldu og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj.

Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og rottutýning, og hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti. Ein árlig frágreiðing skal gerast um rottufyribyrging og rottutýning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097