17 nýggjar íbúðir í Hoyvík

17 nýggjar íbúðir í Hoyvík
Byggi- og býarskipanar-nevndin í Tórshavnar kommunu samtykti í gjár at geva Bústøðum byggiloyvi til tvær verkætlanir við Karlamagnusarbreyt
 
14.07.2017 - 08:16

Bústaðir fara at byggja 17 íbúðir við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Byggi- og býarskipanar-nevndin í Tórshavnar kommunu samtykti í gjár at geva Bústøðum byggiloyvi til tvær verkætlanir við Karla-magnusarbreyt. 

Størra verkætlanin er samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið um 11 vardar íbúðir til ung fólk við serligum tørvi. Í hinari eru seks vanligar íbúðir.

Íbúðirnar til ung fólk við serligum tørvi verða ikki bjóðaðar út eftir vanliga bíði-listanum, men eftir bíðilista, sum Almannaverkið hevur. Tær seks vanligu íbúðirnar verða 100 fermetrar hvør.

Tvær íbúðir eru í einari hædd og fýra íbúðir í tveimum hæddum. Bústaðir hava keypt tvey grundstykki frá kommununi, Karla-magnusarbreyt 32 og 34, fyri galdandi prís. Hann er 1.710 kr. fyri fermeturin. Stykkini eru 572 og 357 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672