Seksualitetur og fólk, sum bera brek

Seksualitetur og fólk, sum bera brek
Í dag og í morgin verður norðurlendsk ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum hevur heitið Brót Tabu'ið
 
11.09.2017 - 06:45

Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, sum bera brek. 

Almanna og heilsumálaráðið skrivar, at endamálið at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív.

Og at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda, enn onnur fólk, fyri at vera fyri kynsligum ágangi.

Fyri mismuni

Tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap.

Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek. 

Tí skipar Almannamálaráðið/Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, fyri slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti.

Nýggir filmar

Um 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, eit nú kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. 

Á ráðstevnuni verða eisini sýndir nýggir filmar, og undirvísingartilfar lagt fram.

Ráðstevnan, Brót Tabu'ið er í 2 dagar. Í dag er fokus serliga norðurlendsk viðurskifti, og í morgin serliga føroysk viðurskifti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713