Leigumarknaðurin er endurskoðaður, rættindini bøtt

bannari
Leigumarknaðurin er endurskoðaður, rættindini bøtt
Uppskot um nýggja leigulóg er sent til hoyringar. Nógv er broytt, síðani leigulógin kom í 2009
Millum annað Bústaðir, sum eru komnir eftir 2009, gera, at brúk er fyri nýggjari leigulóg.
 
14.09.2017 - 07:10

Bæði leigarar og útleigarar fáa nú betri rættindi, enn tey hava havt higartil.

Og leigulógin er broytt, so hon eisini umfatar leigumálini hjá Bústøðum ella Føroya bústaðafelag, sum Bústaðir eisini eita.

Tað verður lættari hjá útleigari at siga upp leigara í sambandi við, at leigumálið verður týðandi mishildið. 

Útleigari fær eisini betri tíð at umvæla tað, sum skal leigast út, uttan at missa inntøkur av leigu. 

Almannamálaráðið vónar, at hetta ger, at kømur, íbúðir og hús, sum verða leigað út, vera í betri standi.

Brunatrygdin

Eftir galdandi lóg kunnu leigarar, sum eru fluttir út, ikki kæra til Leigunevndina. 

Leigunevndin kann heldur ikki viðgera mál av sínum eintingum, - mál um viðurskifti, sum Leigunevndin kemur fram á í sambandi við kærur um onnur viðurskifti, til dømis brunaverju og rýmingarleiðir. 

Hesi rættindi fáa leigarar og Leigunevndin í nýggju lógini. 

Leigulógin frá 2009 er endurskoðað í Almannamálaráðnum. 

Uppskotið um nýggja leigulóg er sent til ummælis.

Almannaverkið leigar

Almannaverkið verður nú tikið við í leigulógina, sum er endurskoðað.

Almannaverkið kann ávísa fimtu hvørju íbúð hjá Bústøðum til bústaðarsosial endamál.

Nýggja leigulógin fer at hava heimilidir um slika leigu.

Nú verða slík leigumál bara avtalað.

Eisini hevur Almannaverkið brúk fyri lógarheimild fyri at borga fyri skyldum leigarans móti almenna bústaðafelagnum, Bústøðum.

Almannaverkið skal rinda leigu frá tí degi, íbúðin er tøk til leigarin flytur inn. 

Eisini skal Almannaverkið kunna rinda Bústøðum endurgjald, tá leigubústaður er í so ringum standi, at depositum ikki røkkur til umvælingina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306