- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samband millum Miðflokkin og samgonguna

Fyri á leið fýra vikum síðan setti samgongan seg í samband við Miðflokkin fyri at kanna møguleikarnar fyri, um Miðflokkurin vildi vera stuðulsflokkur hjá samgonguni.
Hetta sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkinum, við Kringvarpið.
Sambært Jenis av Rana svaraði Miðflokkurin tó, at Miðflokkurin ikki vil vera stuðulsflokkur hjá samgonguni, men einans vil samráðast um at skipa eina nýggja samgongu við einum nýggjum samgonguskjalið.
Sambært Jenis av Rana vendi samgongan aftur hesa vikuna at umrøða hetta nærri.
Mitt í vikuni var ein fundur hjá Løgmanni millum samgonguformennirnar og tey bæði løgtingsumboðini hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen.
Hóskvøldið var tí ein fundur í baklandinum hjá Miðflokkinum, har tey umrøddu, hvat skal til fyri, at Miðflokkurin kann gerast partur av samgonguni.
Sambært Jenis av Rana, formanni í Miðflokkinum, bleiv eitt skriv við 18 punktum handað løgmanni í gjár. Hesi 18 punktini vóru mál, sum Miðflokkurin vildi hava við í eitt møguligt samgongusamstarv.
Jenis av Rana væntar, at løgmaður vendur aftur um vikuskiftið við einum svarið, hvørt samgongusamráðingarnar hava lív lagað.


























