Vága floghavn: Stjórin givin

Vága floghavn: Stjórin givin
Jákup Sverri Kass farin úr starvi sum stjóri fyri Vága Floghavn
Jákup Sverri Kass vildi ikki gera viðmerkingar.
 
16.11.2017 - 15:38

"P/F Vága Floghavn og Jákup Sverri Kass eru í dag komin ásamt um at enda samstarvið teirra millum. Evy Jacobsen er sett sum virkandi stjóri fyri Vága Floghavn til nýggjur stjóri er settur."

Tað skrivar Vága floghavn í einum tíðindaskrivi, sum var sent miðlum seinnapartin. Nevndarforkvinna Kitty May Ellefsen hevur ongar viðmerkingar til stjóraskiftið, annað enn tað sum stendur í tíðindaskrivinum. Nógv rumbul hevur verið seinastu tíðina í sambandi við, at SAS er farið at flúgva til Føroyar og Vága Floghavn hevur gjørt íløgur í RNP skipan fyri at hjálpa um reglusemið hjá SAS. Spurd beinleiðis um uppsøgnin hevur nakað við keypið av RNP skipan til flogførini hjá SAS, svarar Kitty May Ellefsen, at tað hevur hon ikki.  

Onga viðmerking

Jákup Sverri Kass hevur verið stjóri fyri Vága Floghavn síðan apríl 2012.  Sambært nevndarforkvinnuni fer Vága floghavn at søkja eftir nýggjum stjóra sum skjótast. Jákup Sverri Kass hevur onga viðmerking. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053