Serlæknar hava minni privat virksemi

Serlæknar hava minni privat virksemi
Serlæknarnir í Føroyum hava væl minni privat virksemi eftir vanliga arbeiðstíð, enn teir hava havt. Tað vísa hagtøl hjá Heilsutrygd
 
17.11.2017 - 11:37

Serlæknar í Føroyum fara ikki altíð til hús, tá klokkan slær fýra ella fimm. Fleiri av læknunum, sum starvast í almenna heilsuverkinum, hava privat virksemi eftir vanliga arbeiðstíð.  

Og tó. Virksemið er ikki meira privat enn so, at læknarnir fáa løn fyri tænasturnar frá Heilsutrygd, og sjúklingarnir, sum teir taka inn, eru ávístir av kommunulækna.

Minkandi privat virksemi

Hagtølini hjá Heilsutrygd yvir tey seinastu fimm árini vísa, at privata virksemið hjá serlæknunum er minkað nógv.

Í fjør veitti Heilsutrygd góðar tvær milliónir til hetta virksemið hjá serlæknunum. Fyri fimm árum síðan var talið fimm milliónir. Tað vil siga, at virksemið bara er 40% av tí, sum tað var í 2011.

Táverandi landsstýrismaður, Karsten Hansen, helt útreiðslurnar vera alt ov høgar og vildi hava betri stýring á útreiðslunum.

Og hetta hevur eftir øllum at døma eydnast, tí seinastu tvey árini hava serlæknarnir tilsamans bara fingið 2 milliónir krónur árliga fyri privata virksemið.

Eygalæknar og plastikkirugi

Størsta upphæddin fer til eygnalæknar. Uppgerðin hjá Heilsutrygd vísir, at eygnalæknarnir fingu yvir 900.000 krónur til privata virksemið í fjør, tað vil siga næstan helvtina av samlaðu upphæddini.

Ein annar stórur postur er plastikkskurðlæknar, sum fingu gott 600.000 krónur í fjør. Og so fara 200.000 krónur til neuromedisin.

Sjúklingar, sum fáa viðgerð í hesari skipanini hjá serlæknum, eru ikki teir, sum hava privatar viðgerðartryggingar. Teir sjúklingarnir verða viðgjørdir á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424