Kjakfundur um fiskivinnu beinleiðis í útvarpinum

Kjakfundur um fiskivinnu beinleiðis í útvarpinum
Í kvøld verður almennur kjakfundur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá floksformenn og umboð fyri fiskivinnuna hittast til kjak um fiskivinnunýskipan
 
30.11.2017 - 11:18

Fiskivinnunýskipanin verður á breddanum á fundi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld.

Tá skipa Fuglafjarðar Kommuna og Mentanarhúsið fyri fundi, har kjakast verður um fiskivinnunýskipanina.

Samgonguformenn, andstøðuformenn og umboð fyri vinnuna

Við á fundinum eru formenninir í samgonguflokkunum og stóru andstøðuflokkunum á løgtingi - Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Poul Michelsen, Bárður Nielsen og Jørgen Niclasen. 

Vinnan verður umboðað av Annfinni Olsen, stjóra í Framherja og formanni í Reiðarafelagnum,  Jákupi Jacobsen, stjóra á Varðanum, Jóni Rasmussen, umboð fyri Christian í Grótinum & Norðborg, og Ludvík við Stein, sum er útgerðarmaður á fleiri fiskiskipum. 

Haraftrat fara royndir, fyrrverandi politikarar at umrøða politiska handverkið. Teir eru eru Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm. 

Kvøldið verður skipað við kjaki, hólmgongum og eygleiðingum. 

Kjakast verður millum annað, um uppskotið hjá samgonguni tryggjar atkomiligheit í vinnuna, og um tað tryggjar ta tilfeingisrentu, sum landsstýrið vil hava. 

Eisini fara kjakararnir at tosa um rationalisering og effektivisering av flotanum.

Varpaður beinleiðis

Kjakfundurin í Mentanarhúsinum í kvøld verður klokkan 19, og hann er almennur. 

Jón Brian Hvidtfeldt verður fundarstjóri.

Kringvarpið fer at senda fundin beinleiðis í útvarpinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672