Tvær játtanir í summar skulu staðfestast við lóg

Tvær játtanir í summar skulu staðfestast við lóg
Eykafíggjarlógin fyri 2017 er 7,2 mió. kr.
Aftur í ár gjørdist neyðugt at flyta grót úr innsiglingini í Skopun.
 
01.12.2017 - 11:06

Tvey fíggjarnevndarskjøl eru við í eykafíggjarlógini, sum er komin í løgtingið.

Tey eru tilsamans 7,2 mió. kr.

Fíggjarnevndin játtaði seks milliónir krónur, so landið saman við Bakkafrosti kundi bjarga føroyska laksinum, sum annars hevði farið fyri skeytið. 

Bakkafrost átti seinastu føroysku laksarnar, sum nú eru bjargaðir í samstarvi við Fiskaaling.

Hitt fíggjarnevndarskjalið var um havnina í Skopun. 

Fíggjarnevndin játtaði í summar 1,2 mió. kr. til at rudda innsiglingina í Skopun fyri grót.

Stýriskipanin sigur, at játtanir, sum Fíggjarnevndin letur við fíggjarnevndarskjali, skulu staðfestast í løgtinginum við eykafíggjarlóg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334