Russland er útihýst frá vetrar-OL

Russland er útihýst frá vetrar-OL
Altjóða olympiska nevndin, IOC, boðaði í gjárkvøldið frá, at Russland er útihýst frá vetrar-Olympisku leikunum í PyenongChang næsta ár
Alexander Legov, sum vann gull í Sotji, hevði tikið doping
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
06.12.2017 - 09:40

Orsøkin eru avdúkingarnar um umfatandi dopingnýtslu millum russisku ítróttarfólkini. Málið hevur verið kannað í fleiri ár.

Tó kunnu nøkur russisk ítróttarfólk luttaka á vetrarleikunum, men tað verður undir olympiska flagginum og í neutralum búna. Og sama, hvussu tað gongst russisku ítróttarfólkunum, so verður Russland í hagtølum fyri heiðursmerki skrásett fyri null-heiðurmerki.

Olympiska nevndin hittist á fundi í gjár, og eftir fundin komu boðini um framtíðina hjá Russlandi í OL.

Skipað doping

Í frágreiðing, seint í 2015, avdúkaði altjóða antidoping-stovnurin, Wada, skipaða og umfatandi doping í Russlandi. 

Wada-stovnurin hevur avdúkað, at fleiri russisk ítróttafólk vóru dopað undir vetrarolympisku leikunum í Sotji í 2014.

Sambært frágreiðingini varð skipan ment til at býta um land-royndir frá ítróttarfólkum við reinar landroyndir uttan dopingevni.

Politikari úthýstur

Aftrat hesum er russiski ítróttaráðharrin, Vitaly Mutko, sum nú er stjóri fyri nevndini, sum skipar fyri HM í fótbólti í 2018, eisini útihýstur frá OL restina av ævi síni, tí hann hevur verið við til skipaða doping millum russisk ítróttafólk.

Altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, úthýsti beinanvegin Russlandi frá øllum altjóða ítrótti, - og tað eru russarar framvegis.

Gølan breiddi seg til eisini at fevna um onnur ítróttarfólk enn bara innan frælsa ítrótt. Men kortini avgjørdi IOC ikki at koyra Russland úr summarOlympisku leikunum, sum tá vóru í Rio.

Tað elvdi til sera fløktar mannagongdir í ymsu sersambondunum fyri at avgera, hvørjir russarar skuldu góðkennast, og hvørjir ikki skuldu góðkennast, skrivar Ritzau.

Duman í øðini

Boðini frá Altjóða olympisku nevndini fullu ikki í góða jørð í russisku dumuni.  Vara-framsøgumaðurin hjá russisku dumuni, Igor Lebedev, segði ígjárkvøldið, at útihýsingin er niðurgerðing av Russlandi, og at besti útvegur fyri Russland er at boykotta OL.

Ivan Melnikov, sum eisini er vara-framsøgufólk í dumuni sigur, at endamálið við hesum politikki at jagstra russisk ítróttarfólk hevur eittans endamál, - at niðurgerða Russland og russiska fólkið. Hann mælir til, at russisk ítróttarfólk heldur ikki luttaka undir neutralum flaggi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur støðu í málinum seinni í dag.

Velja sjálv

Fleiri russiski ítróttarleiðarar eru tó ikki samdir við politikarum í dumuni.

- Eg haldi, at okkara ítróttarfólk skulu sjálv gera um, um tey taka av møguleikanum at luttaka, segði Jelena Vælbe, leiðari fyri russiska skí-sambandinum.

Vetrarleikirnir í PyeongChang byrja 9. februar og vara í góðar tvær vikur.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375