Vindútboðið í Suðuroy útsett

Vindútboðið í Suðuroy útsett
Enn eina ferð er freistin at søkja um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri útsett
 
17.12.2017 - 10:20

Vindútboð í Suðuroy er útsett enn eina ferð.

Freistin at søkja um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri, er fyribils sett til 15. mars 2018.

Tá boð vóru givin um at søkja, var freistin í fyrstu atløgu sett til 15. november í ár, og síðani longd til 15. desember.

Orsøkin til nýggju freistina er, at arbeitt verður við neyvari greiningum av vindmátingunum í økinum. 

Nú verður arbeitt við at fyrireika uppseting av eini minni vindmastur afturat longur niðri og eystari í haganum omanfyri Porkeri.

So skjótt ein hóskandi staðseting til vindmastrina er funnin, og formlig loyvi eru fingin frá m.a. eigarum, kommunu og øðrum myndugleikum, verður masturin sett upp. 
 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392