Loysingarflokkar vinna valið

Loysingarflokkar vinna valið
Katalansku loysingarflokkarnir hava vunnið meirilutan í katalanska tinginum. Tað er vist, nú flest allar atkvøður eru taldar
 
21.12.2017 - 23:59

Hóast størsti einstaki flokkurin á valinum í Katalonia í dag er ein sambandsflokkur, so er tað loysingarflokkarnir, sum samanlagt hava fingið í øllum førum 70 av teimum 135 tingsessunum og harvið eisini parlamentariska meirilutan, sum teir eisini høvdu, áðrenn fólkaatkvøðuna og áðrenn spanska stjórnin sendi katalansku stjórnina. Til hús, í fongsul ella í útlegd. 

 

Skipa stjórn

Inés Arrimadas, forkvinna í størsta flokkinum, Ciutadans (CS) fer tó at royna at skipa samgongu. Flokkir hennara hevur fingið 25 prosent av øllum atkvøðunum, svarandi til 35 tingsessir. 

 

Borgarligi loysingarflokkurin hjá Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta, sum er í útlegd í Belgia, Junts per Catalunya, ið merkir saman fyri Katalonia, gjørdist tann størsti av teimum trimum loysingarflokkunum við 34 tingmonnum. Tjóðveldisfylkingin ERC fekk 32 tingmenn, meðan triði loysingarflokkurin, CUP, ið er ein vinstrahallur anarkistiskur flokkur, fekk fýra tingfólk. 

Úrslitið av valinum fekk alt fyri eitt Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta, at krevja, at frákoyrda og lógliga katalonska stjórnin verður innsett av nýggjum og at fongslaðu politikararnir verða leyslatnir alt fyri eitt. 

 

Rahoy stóri taparin

Stóri taparin er flokkurin hjá Mariano Rajoy, forsætisráðharra, Partido Popular, ella PP. Hann fekk einans fýra tingmenn í mun til 11 við seinasta val. 

Valluttøkan var methøg, yvir 80 prosent. 

Spurningurin er so, um tað fer at eydnast loysingarflokkunum at skipa eina samgongu. Sum skilst, eru spenningar millum JuntsxCatalunya og ERC. Og CUP fer ikki at góðtaka nakað annað enn loysing. 

Vert er at geva gætur, at hóast loysingarflokkarnir fingu ein meirluta av tingmonnunum í katalonska tinginum, so fingu teir undir 50 prosent av samlaðu atkvøðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985