Nevndirnar ikki valdar í dag

Nevndirnar ikki valdar í dag
Andstøðan í Tvøroyar býráð, sum nú hevur meirlutan, vildi hava allar nevndi valdar av nýggjum í dag, men málið er ikki á skrá á býráðsfundinum.
 
29.12.2017 - 12:25

Kristina Roest, ið er vald á Kommunlistanum, er farin í samstarv við Javnaðarflokkin, sum situr í andstøðu. Tískil hevur andstøðan nú meirilutan í Tvøroyar Býráð.

Andstøðan vil tí hava allar nevndirnar valdar av nýggjum, og vildi hava tað á skránna fyri býráðsfundin í dag.

Býráðsfundir í dag

Men tað verður ikki á skránni til býráðsfundin, sum byrjaði klokkan 12 í dag. Tað vátta bæði Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri.

Sambært Kristini Michelsen er talan um ein eyka býráðsfund, sum vanliga er millum jól og nýggjár, og har er siðvenja, at bara smærri mál eru á skránni. Tí verða nevndirnar ikki valdar á fundinum í dag.

21. desember sendi andstøðan skriv til Anitu Vibergsdóttir, virkandi borgarstjóra, um at tey vildu hava nevndinar valdar av nýggjum á býráðsfundinum 29. desember.

Andstøðan fær at vita, at Kristin Michelsen tekur við aftur sum borgarstjóri 27. desember 2017, og at Kristin Michelsen tí er borgarstjóri á býráðsfundinum 29. desember.

Kristin Michelsen vil bíða við málinum til eftir nýggjár, tí fundurin í dag er ein eyka býráðsfundur, og siðvenja er, at bara smærri mál verða viðgjørd.

Andstøðan góðtekur ikki svarið

Í gjár svaraði andstøðan, at tey ikki hildu hetta var í lagi, og at tey ikki góðtóku hetta, tí tey eru ein meiriluti, sum vil hava málið á skrá.

Súsanna Bertholdsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, segði við útvarpið, at Javnarflokkurin ætlar at fara eftir øllum nevndunum uttan fíggjarnevndini. 

- Vit hava sitið í andstøðu í heilt ár, og tað hevði verið øgiliga løgið, um vit ikki tóku av tilboðnum at sleppa í eina samgongu við Kristinu Roest, segði Súsanna við útvarpið í gjár. 

Kommunala eftirlitið vent sær til kommununa

Men hóast hetta so er málið ikki á skránni fyri býráðsfundin, sum skuldi byrja klokkan 12 í dag.

Hilmar Høgenni, stjóri á Kommunala eftirlitinum, sigur, at tey í gjár vendu sær til Tvøroyar Kommunu og spurdu, hvør vanlig mannagongd er, tá býráðslimir senda mál til býráðsfund.

Tvøroyar Kommuna hevur svarað í dag, men Kringvarpið hevur tíverri ikki fingið innlit í svarið enn.

Kommunulógin ásetir ikki freistir fyri, nær mál skulu sendast inn fyri at koma á skrá. Kommunurnar hava sjálvar eina fundarskipan at ganga eftir.

Fundarskipanin hjá Tvøroyar kommunu staðfestir, at fýra dagar undan vanligum býráðsfundi sendir borgarstjórin út fundarskrá.

Fyri eyka býráðsfundir stendur í fundarskránni hjá Tvøroyar Býráð, at samstundis, sum boðað verður til eykabýráðsfundir, letur borgarstjórin í so stóran mun sum gjørligt býráðslimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.

Kristina sleit samgonguna

Tað var í summar, at Kristina Roest sleit býráðssamgonguna á Tvøroyri. Hon er vald á Kommunulistanum, sum er listin, sum Kristin Michelsen stovnaði, beint undan kommunuvalinum í fjør, eftir at hann og Javnaðarflokkurin vórðu vorðin ósamd.

Kristina Roest segði áttanda august við útvarpið, at hon tá ikki hevði ætlanir um at fara í samstarv við andstøðuna.

Men í gjár kom almenn fráboðan um, at Kristina Roest og Javnaðarflokkurin á Tvøroyri hava gjørt valbólk, og tískil nú hava meirlutan í Tvøroyar Býráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. november
Vikan - 9. november 2024
183341
Leygardag 9. november
Morgunlestur leygardagur 9. november 2024
183015
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337
Leygardag 9. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183336
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283