2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum

2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum
Landsstýrið hevur gjørt av, at 2018 fær almenna heitið »Ár fyri málmenning hjá børnum«.
 
30.12.2017 - 10:55

Endamálið er at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini. Øll børn eru fødd við evnunum at læra mál, men fortreytin er, at hesi evni verða aktiverað og ment. Og tað verða tey bert, um vit vaksnu eru tilvitað um okkara týðandi leiklut í málmenningini hjá børnunum, og at vit áhaldandi seta orð á lutir og gerðir, og tað, sum annars fyriferst í gerandisdegnum.

 

Regluliga hava vit seinastu árini hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Vanlig orð hvørva, málfatanin minkar og enskt trokar føroyskt burtur.

Seinastu árini er dagliga samveran, og samrøðan, millum okkum menniskju nógv broytt. Serliga tí skermar eru vorðnir ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og vaksnum. Tað hevur sínar fyrimunir, men tað hevur eisini sínar fylgjur.

At varpa ljós á málmenningina hjá børnunum er ein roynd gera nakað við hesar fylgjurnar og økja um tilvitið, heldur enn bara at lata standa til.

 

Hartil eru støðugt fleiri fleirmælt børn í Føroyum, sum hava trupulleikar við føroyskum. Eisini fyri tey er tað ein greiður fyrimunur, at vit varpa ljós á málmenningina og tær málsligu og mentanarligu avbjóðingar, sum fleirmælt børn kunnu hava.

Men málmenning snýr seg ikki bara um talað mál. Eisini eru mong børn, ið nýta aðrar samskiftishættir, so sum teknmál, myndir ella teldu.

 

Árið er ætlað sum ein útrætt hond og ein stuðul til øll, sum eru um børnini, og árið skal eisini heysta fleiri ítøkilig amboð til at menna børnini málsliga við spæli, søgum, sangi og stuttleika.

Tí verður slagorðið fyri árið »Spæla, mæla, tala«. Hetta er ein lýsing av stigunum, sum eru í málmenningini hjá børnum, har spæl er grundarlagið, síðani koma ljóð og einstøk orð, áðrenn tey fara at tosa og tala.

Mentamálaráðið hevur longu sett tiltøk í verk – millum annað hava fleiri ymiskar verkætlanir, sum stimbra málmenningina hjá børnum, fingið játtan av upphæddini til børn og ung. Hesar verkætlanir verða ætlandi lidnar í 2018 og 2019 – og í 2018 verða pengarnir til børn og ung somuleiðis aftur latnir verkætlanum, sum snúgva seg um málmenning.

 

Landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur somuleiðis kunngjørt, at Barnasangbók Føroya skal latast øllum nýføðingum í vøggugávu, so tey smæstu kunnu fáa móðurmálið sungið inn við móðurmjólkini. Arbeiðið við at gera sangbókina byrjar longu í januar.

Tað verður Mentamálaráðið, sum fer at samskipa árið fyri málmenning hjá børnum, men eisini Heilsu- og Innlendismálaráðið, Almannamálaráðið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava undirstovnar, sum beinleiðis nerta við økið. Tey fara tí eisini at hava ein aktivan leiklut.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107