- Tíðindi, mentan og ítróttur
UNICEF: Álopini á børnini eru skelkandi

Eingin virðing er fyri lógum og reglum, sum skulu verja børnini.
Soleiðis sigur UNICEF, sum er barnahjálparfelagsskapur Sameindu tjóða í árligu frágreiðing síni um støðuna hjá børnum, sum hon seinasta árið hevur verið í krígs- og kreppuraktu pørtunum av heiminum.
Álopini á børn í krígs- og kreppuraktu pørtunum av heimionum er skelkandi, sigur UNICEF.
Stjórin í UNICEF, Manuel Fontaine, sigur, at børn verða álopin heima, í skúlanum og á spæliplássum, og hann leggur aftrat, at slíkur harðskapur má ikki gerast vanligur.
Frágreiðingin nevndir fleiri støð í heiminum, har børn hava verið fyri serligum líðingum farna árið.
Í Miðafrikanska lýðveldinum verða børn dripin, neyðtikin, rænd og noydd til hertænastu.
Islamska hernaðarrørslan Boko Haram hevur tikið í minsta lagi 135 børn í landnyrðings-partinum av Nigeria og Cameroom við tí endamáli at fáa tey til at bera sjálvmorðsbumbur. Hetta tal er fimm ferðir hægri í fjør enn árið fyri, sigur UNICEF í frágreiðingini.
Í Myanmar ella Burma hevur muslimska Rohingya fólkið í hundraðtúsundatali verið noytt at flýggja undan harðskapi, og tað hevur elvt til stóra neyð, serliga millum børnini og tey veikastu, ið doyggja av umfarssjúkum, tí einki reinføri er.
Í Suður Sudan eru meira enn 19.000 børn tikin og noydd til hertænastu.
Í Yemen hevur borgarakríggj við sær hungursneyð, sum hevur kravt túsundtals mannalív - og serliga børnini eru illa fyri, tí blokadur hava forðað fyri, at neyðhjálp kemur fram.
Og í Eystur-Ukraina eru 220.000 børn í støðugum vanda fyri landminum og øðrum spreingievnum, sum liggja eftir frá krígnum millum Ukrainska stjórnarherin og russisk vinarlig uppreistrarherlið.
Hjá børnum í milliónatali er hungur, sjúka og sálarlig mein úrslit av, at kríggj elvir til trot er á mati, vatni og reinføri, sigur UNICEF.
Í frágreiðingini verður heitt á allar partar um at virða tær skyldur, sum altjóða lóg ásetir til tess at verja børn og teirra rættindi m.a. til skúlagongd og sjúkrahúsviðgerð.
UNICEF biður eisini tey lond, har kríggj er, um at brúka ta ávirkan tey hava til verju fyri børnini.
























