Eingin býráðsfundur á Tvøroyri í dag kortini

Eingin býráðsfundur á Tvøroyri í dag kortini
Kommunan skrivar á heimasíðuni í morgun, at býráðsfundurin, sum skuldi vera klokkan fimm seinnapartin, er fyribils útsettur.
 
08.01.2018 - 09:26

Einki verður skrivað um orsøkina, at býráðsfundurin er útsettur.

Og tað verður heldur ikki upplýst, nær býráðsfundurin verður.

Skuldu velja nevndir av nýggjum

Nevndirnar í Tvøroyrar býráð skuldu veljast av nýggjum í dag.

Nýggi meirilutin á Tvøroyri, sum eru Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, og so Kristina Roest, sum var vald á Borgaralistanum, vildu annars, at nevndarnir vóru skipaðar av nýggjum í dag.

Nýggi meirilutin krevur formansskapin og meirilutan í øllum nevndum, har tað ber til.

Borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini, so borgarstjórin Kristin Michelsen verður framvegis formaður í fíggjarnevndini á Tvøroyri, sjálvt um hann hevur mist meirilutan.

Men tað verður so ikki í dag, at nevndirnar verða valdar av nýggjum, tí býráðsfundurin er útsettur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672