Lógaruppskotið um Búskapargrunnin virkar øvugt

Lógaruppskotið um Búskapargrunnin virkar øvugt
Grunnurin eigur at lata landskassanum pengar í ringum tíðum. Júst tað øvugta hendir við lógaruppskoti, sum er á veg, siga arbeiðsgevarar
Búskapargrunnurin eigur at lata landskassanum pengar í ringum tíðum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
 
18.01.2018 - 12:04

Landskassin eigur at fáa pengar úr Búskapargrunninum í ringum tíðum. 

Broytingar í lógini um grunnin, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ætlar sær í løgtingið við, gera tað júst øvugta.

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringarskrivi.

Felagið sigur, at sambært lógaruppskotinum skulu tær fyrstu 175 mió. kr. í loyvisgjøldum frá alivinnuni, og 275 mió. kr. í tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni í búskapargrunnin at venda, áðrenn tær fara í landskassan. 

Gjøld oman fyri hetta verða útgoldin næstu fimm árini í fimm eins stórum pørtum.

Pengar í ringum tíðum 

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at hesar útgjaldsreglurnar samsvara als ikki við endamálið hjá Búskapargrunninum.

Endamálið er at javna konjukturar og tryggja samhaldsfesti millum ættarlið.

Tí eigur landskassin at fáa pengar úr grunninum í ringum tíðum og ikki í góðum tíðum sum nú.

Greiðar reglur um inngjald og útgjald eiga at tryggja, at politikarar klára at standa ímóti ynskinum frá veljaranum um at brúka meiri pengar enn ráðiligt í góðum tíðum.

Lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss ger tað júst øvugta, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur, at norski oljugrunnin letur meira enn trý prosent av grunnsfænum í ringum tíðum, og minni enn trý prosent í góðum tíðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334