Eingin niðurstøða í dag um persónliga klagu

Eingin niðurstøða í dag um persónliga klagu
Landsstýrismálanevndin viðger klaguna aftur um eina viku
Klagan er ikki um nakað einstakt fólk í landsstýrinum.
 
26.02.2018 - 12:52

Landsstýrismálanevndin avgreiddi ikki klaguna, sum hon hevur fingið, í dag, men hevur fund aftur um eina viku.

Magnus Rasmussen, formaður í nevndini, sigur, at nevndin hevur fingið klagu frá einum fólki, sum kennir seg illa viðfarið í almennu skipanini. Málið er persónligt. Fyri at verja klagaran, kunnger nevndin ikki navn og klagu.

Klagað er ikki um ávíst fólk í landsstýrinum.

Á fyrstu fundunum um málið metir nevndin, um hetta er eitt mál, sum nevndin skal viðgera. 

Og tað metingina ger Landsstýrismálanevndin nú.

Í starvsskipanini hjá nevndini eru seks møguleikar, sum nevndin kann vísa á, um hon ikki vil viðgera eina klagu.  

Serliga eru tvær orsakir í starvsskipanini til viðgerðar í nevndini, sigur Magnus Rasmussen.

Onnur er, at nevndin ikki heldur, at nøkur lóg er brotin. Hin er, um nendin kann senda klaguna til Løgtingsins umboðsmann.

  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040