BankNordik hugsar um at selja og leiga høvuðssætið

BankNordik hugsar um at selja og leiga høvuðssætið
Virðið er størri enn Fíiggjareftirlitið gav boð um
Fíggjareftirlitið sigur, at hann verdur 62 mió, kr, BankNordik sigur, at hann er meira verdur.
 
27.02.2018 - 08:12

BankNordik ætlar at selja høvuðssætið í Havn og síðani leiga tað.

Í sambandi við regluliga eftirlitið hjá Fíggjareftirlitinum í fjør heyst fekk BankNordik boð um at niðurskriva høvuðssætið í Tórshavn. 

Tí er høvuðssætið í dag bókað til 62 mió. kr. í roknskapinum.

Tað er eitt virði, sum er væl minni enn tað, sum bankin metir seg kunna fáa fyri bygningin, um hann verður seldur. 

BankNordik hevur tí í hyggju at selja bygningin, um ein nøktandi prísur fæst fyri hann. 

Ein treyt fyri søluni er tó, at bankin sleppur at gera eina langtíðar leiguavtalu við keyparan, so bygningurin framhaldandi kann vera høvuðssæti hjá BankNordik samtakinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129