Felag fyri hjálparfólk stovnað

Felag fyri hjálparfólk stovnað
Hjálparfólkafelagið eitur nýggja felagið fyri hjálparfólk, sum varð stovnað í gjárkvøldið
Nevndin i Hjálparfólkafelagnum f.h.: Maj Britt Hentze Jacobsen, forkvinna, Linda Højgaard, Eystan Elisson, Sámal Hansen, Claus Højgaard, Laila Rólantsson og Birthe Didriksen
Mynd: Hjálparfólkafelagið  
 
13.03.2018 - 00:01

Nógv fólk møttu til stovnandi aðalfundinum fyri nýggja felagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Hjálparfólkafelagið. 

Hølini hjá Hæddini í Saltangará vóru á tremur við fólki, og avgjørt var at stovna eitt felag. 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis, at Maj Britt Winther Hentze Jacobsen er forkvinna, Linda Højgaard er næstforkvinna, meðan Eystan Elisson er peningarøkil. Nevndarlimir eru Claus Højgaard og Sámal Hansen, meðan Laila Rólantsson og Birthe Didriksen eru tiltakslimir

Stigtakarar væl nøgdir 

Sámal Hansen er ein av stigtakarunum til nýggja felagið, har hann nú eisini er nevndarlimur. 

- Vit eru sera væl nøgd við, at so nógv møttu upp, og at størsti parturin av teimum møttu valdu at innlima seg í felagið.

Nevndin í nýggja felagnum fer til verka alt fyri eitt. 

- Fyrstu uppgávurnar verðá at fáa nakrar fleiri limir, og fáa í lag fundir við tryggingarfeløgini, fyri at fáa tryggingina endaliga uppá pláss,

Sambært viðtøkunum fyri nýggja felagið, so er endamál felagsins, at virka fyri góðum lønar- og arbeiðviðurskiftum, og annars eftir førimuni at vera limum til hjálpar í ósemjum við arbeiðsgevara.

Rætt til limaskap í Hjálparfólkafelagnum hava tey, sum taka upp starv sum hjálparfólk á kommunalum stovnum ella landsstovnum. Hetta er treytað av, at ásett limagjald verður goldið, og at limurin virðir viðtøkur felagsins, avgerðir nevndarinnar og samtyktir aðalfundsins.

Men ikki øll hjálparfólk eru ónøgd og ætla sær úr felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576