Eiturserfrøðingar til Bretlands

Eiturserfrøðingar til Bretlands
Eiturserfrøðingar koma í dag til Bretlands at kanna royndir av eiturálopinum á fyrrverandi russiska njósnarin og dóttir hansara.
Sergej Skripal og dóttir hansara Yulia, ótu á matstovuni Zizzi í Salisbury, har eiturspor vórðu funnin stutt eftir.
 
19.03.2018 - 15:20

Serfrøðingar í felagsskapinum, sum virkar fyri at seta bann fyri eiturevnavápnum, OPCW, koma til Bretlands í dag at kanna royndir av eiturálopinum á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttir hansara, Juliu, í bretska býnum, Salisbury, fyrr í hesum mánaðinum.

BBC sigur, at kanningin fer at taka í minsta lagi 14 dagar.

Bretski uttanríkisráðharrin segði í samrøðu við BBC í gjár, at Russland hevur ment og goymt nervaeitur av slagnum Novichok.

- Seinastu árini hava vit fingið prógv fyri, at Russland ikki bara hevur kannað møguleikarnar at lata nervaeitur í sambandi við atsóknir, men hevur eisini ment og goymt Novichok, segði Boris Johnson.

Hann segði hetta í einari viðmerking til russiska ES-sendiharan, Vladimir Chizhov, sum í somu sending tók uppaftur, at Russland hevði einki at gera við álopið í Salisbury. 

Vladimir Chizhov undraðist á, at bretskir myndugleikar so tíðliga eru komnir til ta niðurstøðu, at talan er um Novichok, og hann segði, at slóðir kunnu eltast til bretsku hernaðarstarvsstovuna Porton Down.

- Porton Down hevur mestan hernaðarútbúnað í øllum Bretlandi, og tey hava granskað í kemiskum vápnum. Og Porton Down er stutt frá Salisbury, legði russiski ES-sendiharrin afturat. 

Theresa May, forsætisráðharri, sigur, at tað er júst Porton Down, sum hevur eyðmerkt eiturevnini, sum vórðu nýtt í álopinum, og at tey hoyra til bólkin Novichok, sum sovjettiski herurin hevur ment, sigur Theresa May. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449