- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-lond stuðla Bretlandi

Bretska stjórnin heldur, at Russland stóð fyri álopinum.
Evropeisku uttanríkisráðharrarnir í ES hittust í Brússel í morgun, og eftir fundin lovaðu tey í felags fráboðan at gera alt fyri at avdúka, hvat hendi, tá Sergei Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað.
Bretska stjórnin heldur, at tað væntandi er Rusland, sum stendur aftanfyri álopið. ES tekur hetta í størsta álvara.
- Nógv hava verið í lívsvanda vegna hesum, og vit taka tað í størsta álvara, tá bretska stjórnin metir tað vera sannlíkt, at Russland stendir aftanfyri siga evropeisku uttanríkisráðharrarnir í felags fráboðan.
ES londini siga seg vera skelkað av, at nervagass hevur verið brúkt á evropeiskum lendi fyri fyrstu ferð í 70 ár og staðfesta somuleiðis, at evnið, Novochok, sum varð nýtt, helst er framleitt í Russlandi.
- Tað er brot á altjóða lóg at brúka kemisk vápn, siga ES ráðharrarnir, sum enn ikki hava tikið støðu til møgulig tiltøk ímóti Russlandi.
- Vit fáa at síggja, hvat bretar gera og so taka vit støðu tá, segði danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen við TV2 fyrrapartin.
Poul Michelsen, uttanríkis og vinnumálaráðharri segði við útvarpið leygardagin, at hann hevur ongar ætlanir um at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, tí hann er ikki kunnaður av donsku stjórnini um, hvat málið snýr seg um.
Harafturat hava føroyingar gott samstarv við russar, segði Poul Michelsen leygardagin.


























