Skripal í bata

Skripal í bata
Fyrrverandi russiski njósnarin Sergei Skripal er ikki longur í lívsvanda, eftir at hann var eitraður í síðsta mánaða.
Sergei Skripal og dóttirin Yulia
 
06.04.2018 - 18:33

Læknar á Salisbury District Hospital siga í dag við BBC at fyrrverandi russiski njósnarin Sergei Skripal er skjótt við at koma fyri seg aftur.

66 ára gamli Sergei Skripal og 33 ára gamla dóttirin Yulia hava verið á sjúkrahúsi í meir enn ein mánaða eftir at tey vóru funnin við ongum viti á einum beinki í suðurenska býnum Salisbury 4. mars. Yulia Skripal kom skjótari fyri seg eftir álopið, men Sergei Skripal hevur verið í lívsvanda síðani álopið.

Hendingin hevur elvt til diplomatiska kreppu millum Russland og fleiri vestanlond.

Bretska stjórnin vil vera við, at Russland stendur aftanfyri eiturálopið, men russiska stjórnin avnoktar, at hon skal hava havt nakað við hendingina at gera.

Tilsamans 20 lond, teirra millum 18 evropeisk lond og USA og Kanada, hava víst russiskum sendifólkum út, eftir at bretland segði seg hava prógv fyri, at Russland hevði ábyrgdina av álopinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852