Pensjónsnýskipanin samtykt við aðru viðgerð

bannari
Pensjónsnýskipanin samtykt við aðru viðgerð
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið pensjónsnýskipanina. Men uppskotið skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt.
 
20.04.2018 - 07:22

Løgtingið samtykti við aðru viðgerð í gjárkvøldið pensjónsnýskipanina.

Meirlutin í Trivnaðarnevndini hevði gjørt broytingaruppskot, og eftir drúgt orðaskifti í tinginum í gjár, varð pensjónsnýskipanini samtykt við 19 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Magni Laksáfoss atkvøddi saman við samgonguni.

Páll á Reynatúgvu legði í gjár broytingarupsskot fram, tí hann tók ikki undir við, at pensjónsaldurin hækkar. Men tað uppskotið tók hann aftur. Eftir hann hevði tikið uppskot sítt aftur, legði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, tað framaftur. Men tá atkvøtt var um tað uppskotið, fall tað. 12 atkvøður vóru fyri og 19 ímóti.

Pensjónsnýskipanin skal nú til triðu viðgerð í tinginum, áðrenn hon er endaliga samtykt. Enn er málið ikki sett á skrá, men tað verður væntandi í næstu viku, tí ætlanin hjá tingformanninum er, at tingið skal heim í summarfrí flaggdagin, sum er mikudagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844