Ukrainar vilja hava Zelenskyj at brúka sýtingarrættin

Ukrainar vilja hava Zelenskyj at brúka sýtingarrættin
Lógin, sum er samtykt í ulkrainska tinginum herðir eftirlitið við tveimum anti-korruptiónsmyndugleikunum í landinum
Túsundtals fólk hava mótmælt í Kyiv og øðrum ukrainskum býum.
Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.07.2025 - 13:57

Túsundtals fólk vóru í gjár komin saman í Kyiv og øðrum býum í Ukraina við áheitan á Volodomyr Zelenskyj, forseta, um at brúka sýtingarrættin móti einum umstríddum lógaruppskoti.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Lógaruppskotið, sum ukrainska tingið hevur samtykt, hevur við sær hert eftirlit við tveimum anti-korruptiónsmyndugleikunum í Ukraina.
 
Við lógaruppskotinum fær stjórnin størri vald, tá kanningar verða gjørdar, siga tey, sum finnast at uppskotinum.

 

 

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

- Lógin kemur samstundis sum tað framvegis eru trupulleikar við mutri í Ukraina, sigur Emil Filtenborg, tíðindamaður hjá Jyllands-Postinum í Ukraina við danska kringvarpið.

- Lógin kann hava møguligar vanlukkuligar avleiðingar við sær fyri áskoðanina hjá vesturheiminum á Ukraina. 

Myndugleikarnir báðir eru sera umráðandi stovnar í stíðnum ímóti mutri í Ukraina, sigur hann.

Hetta er fyrstu ferð síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar 2022, at ukrainska fólkið hevur skipað fyri mótmælum móti sitandi stjórn.

- Lógin oyðileggur álit og kann oyðileggja viljan hjá ukrainum at seta lívið í váða í stríðnum ímóti Russlandi, sigur tíðindamaðurin hjá Jyllands-Postinum við danska kringvarpið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040