Fýra vikur í varðhaldi

Fýra vikur í varðhaldi
Maðurin er skuldsettur og varðhaldsfongslaður fyri tað, sum í revsilógini eitur kvalifiseraður harðskapur
Varðhaldið í Mjørkadali.
 
23.07.2025 - 07:57


Ein maður um 50 ár er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti seinnapartin í gjár.

Maðurin er skuldsettur og varðhaldsfongslaður fyri tað, sum í revsilógini eitur kvalifiseraður harðskapur.

Maðurin skal hava stungið ein annan mann við knívi.

Hetta var klokkan nakað yvir hálvgum seks mánakvøldið, tá nøkur fólk - kvinnur og menn - fóru til hendurs í einum húsum í Havn.

Eingin annar er skuldsettur í tí førinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286