Tikin fyri at njósnast til frama fyri Russland og Iran

Tikin fyri at njósnast til frama fyri Russland og Iran
Trygdarvørðurin á amerikansku sendistovuni í Oslo er skuldsettur fyri grovt njósnaravirksemi
Amerikanska sendistovan í Oslo.
Mynd: NRK  
 
23.07.2025 - 14:24

Ein trygdarvørður á amerikansku sendistovuni í Olso er tikin og skuldsettur fyri at njósnast móti Noregi og USA til frama fyri Russland og Iran.

Hetta veit norska kringvarpið, NRK, at siga í dag.

Maðurin er skuldsettur fyri "grovt njósnaravirksemi", verður sagt.

Hetta er ein skuldseting, sum kann geva upp til 21 ár í fongsli.

- Hetta er eitt sjáldsamt mál. Tað er fyrstu ferð, at vit brúka júst hesa skuldsetingina, sigur Barl Fari, ríkisákæri, við NRK.

Sambært skuldsetingini hevur maðurin á fundum í Serbia, Turkalandi og Noregi givið upplýsingar til Iran og Russland, sum kunnu skaða áhugamálini hjá tjóðini.

Norska løgreglan heldur eisini, at maðurin hevur givið Russlandi og Iran tekningar av amerikansku sendistovuni í Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576