Italia nýggjan forsætisráðharra

Italia nýggjan forsætisráðharra
Fimmstjørnurørslan og mið-høgra samgongan eru eftir øllum at døma samd um eitt samgonguskjal og at tilnevna ein forsætisráðharra
 
14.05.2018 - 08:33

Nógv bendir á, at stjórnarkreppan í Italia er um at verða av.

Fimmstjørnurørslan, sum vann stórsigur á valinum í mars, og mið-høgra samgongan eru eftir øllum at døma samd um eitt samgonguskjal og at tilnevna ein forsætisráðharra.

Italska tíðindastovan, IGI, skrivar, at formaðurin í Fimmstjørnurørsluni hevði eina stutta telefonsamrøðu við forsetan í gjárkvøldið, har hann greiddi frá, at floksleiðararnir eru til reiðar at kunngera navnið á forsætisráðharranum í dag.

Hann er hvørki úr Fimmstjørnurørlsuni ella mið-høgra samgonguni, skriva italskir miðlar. 

Á tjóðartingsvalinum 4. mars fekk Fimmstjørnurørslan 227 av teimum 630 sessunum í italska tjóðartinginum. 

Fimmstjørnurørslan hevði størstu framgongdina á valinum, men mið-høgra samgongan fekk flestar tingsessir, 265.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449