Harvey Weinstein ákærdur

Harvey Weinstein ákærdur
Ákæruvaldi í New York hevur skuldsett amerikanska filmsframleiðaran, Harvey Weinstein, fyri neyðtøku og onnur kynslig brotsverk
 
31.05.2018 - 10:57

Harvey Weinstein skal hava neyðtikið eina kvinnu í New York í 2013 og framt kynslig brotsverk móti eini aðrari kvinnu í New York í 2004. 

- Vit eru eitt stig nærri, at hann skal standa til svars fyri sínar gerðir, segði ákærin, Cyrus Vance yngri, í fráboðan til fjølmiðlar. 

Benjamin Brafman, verjin hjá amerikanska filmsframleiðaranum, boðaði stutt eftir frá, at 66 ára gamli Harvey Weinstein fer einki at siga í rættinum.

Ákærin segði í fráboðanin, at tað, sum Weinstein hevur sagt um báðar kvinnurnar og um rættarskipanina yvirhøvur, kom ikki óvart á seg. 

- Men rættarviðgerðin fer ikki fram í fjølmiðlunum men í rættarsalinum, har tað hoyrir heima. 

Cyrus Vance, ákæri, takkaði kvinnunum fyri dirivið, tær høvdu víst, og eisini løgregluni í New York fyri stóra kanningararbeiðið hennara, sum ikki er liðugt enn.

Hann heitti á onnur offur ella persónar, sum sita við viðkomandi upplýsingum, um at venda sær til ákæruvaldið.

Seinasta fríggjadag vendi Weinstein sær sjálvur til løgregluna. Hann varð ákærdur og síðani latin leysur móti einari millión dollarum í trygd.

Nú eru sjey mánaðir síðani fyrstu kvinnurnar alment greiddu frá, at Weinstein hevði framt kynslig brotsverk móti teimum. 

Síðani hava meira enn 100 verið alment frammi við líkandi upplivingum. Millum annað kendu sjónleikarakvinnurnar Angelina Jolie, Gwyneth Paltrow og Salma Hayek.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138