Skulu svara klokkan 14

Skulu svara klokkan 14
Lønardeildin og Maskinmeistarafelagið skulu klokkan 14 svara, um tey góðtaka ella vraka semingsuppskotið.
 
01.06.2018 - 13:22

Klokkan 14 skulu Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Maskinmeistarafelagið svara um tey góðtaka ella vraka semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar á middegi.

Partarnir samráddust seinnapartin í gjár, og tá samráðingarfólkini hjá Maskinmeistarafelagnum og Lønardeildini fóru til hús, fóru semingsmenninir, Terje Sigurdsson og Símun Absalonsen, undir at orða eitt semingsuppskot, sum nú varð lagt fyri partarnar klokkan 12 í dag.

Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason.

Hesir sáttmálar fóru úr gildi 1.oktober í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558