Bjargingarroyndin heldur fram

Bjargingarroyndin heldur fram
Bjaringararbeiðið í Teilandi fyri at bjarga einum fótbóltsliði úr einum helli heldur fram i dag.
 
10.07.2018 - 10:11

12 dreingir og venjari teirra vórðu 23. juni innibyrgdir í einum helli, tá tað fløddi.

Seinastu dagarnar hava kavarar bjargað átta dreingjum út. Og í dag er ætlanin at fáa hinar dreingirnar og venjaran úr hellinum.

Danski journalisturin, Stephanie Surrugé, sum arbeiðir hjá DR, er stødd í økinum, har bjaringararbeiðið er.

Hon greiddi frá í morgunsendingini í útvarpinum í morgun, at myndugleikarnir eru bjartskygdir, men at tað møguliga kann taka tveir dagar at bjarga teimum síðstu fimm úr hellinum. 

Støðan hjá teimum bjargaðu er eftir umstøðunum góð, segði Surrugé. Allir liggja á sjúkrahúsi, men teir, sum vórðu bjargaðir fyrst, eru betri fyri, enn teir, sum vórðu bjargaðir í gjár. 

Ein serstøk deild er gjørd á sjúkrahúsinum, sum dreingirnir liggja á, og teir hava enn ikki havt samband við familjurnar. 

- Dreingirnir hava tað eftir umstøðunum gott. Hóast teir eru lúgvaðir, so hava teir tó havt orku til at biða um yndismatin á sjúkrahúsinum, so lagið er gott, segði Stephanie Surrugé við morgunsendingina í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112