Innistongdu tailendsku dreingirnir komnir fyri seg

Innistongdu tailendsku dreingirnir komnir fyri seg
Teir 12 dreingirnir hava sent eina videoheilsan út til almenningin, har teir takka fyri hjálpina og stuðulin
Teir 12 dreingirnir hava sent eina videoheilsan út til almenningin, har teir takka fyri hjálpina og stuðulin
Mynd: TANG CHHIN SOTHY  
 
15.07.2018 - 15:18

Teir 12 tailendsku drongirnir og venjari teirra, sum vórðu innistongdir í Tham Luang holuni í norðara partinum av Tailandi í 17 dagar, eru nú komnir so frægt fyri seg aftur, at teir verða útskrivaðir av sjúkrahúsinum hósdagin í næstu viku.

Eftir at fótbóltsvenjingin var liðug, hin 23. juni, fóru teir 12 dreingirnir og venjari teirra, sum so ofta fyrr, inn í Tham Luang holuna, ið er tilsamans 10 kilometrar djúp. Tá teir vórðu komnir okkurt um fýra kilometrar inn í holuna, fór at regna av grimd, vatnið fossaði inn í holuna, og ógjørligt var hjá teimum at sleppa út. Teir høvdu verið innistongdir í 10 dagar, áðrenn bretskir kavarar megnaðu at vinna vegin fram til teirra og har staðfesta, at allir vóru á lívi.

8. juli varð eitt umfatandi bjargingararbeiði sett í verk, og tríggjar dagar seinni vórðu allir bjargaðir. Tá høvdu teir verið innistongdir í holuni í 17 dagara. Dreingirnir eru millum 11 og 16 ára gamlir, og venjarin er 25. Teir hava verið innlagdir síðani, og undir neyvum eftirliti eru likam teirra spaluliga við at koma fyri seg aftur. Í video-heilsanini verða dreingirnir millum annað spurdir, hvat teir nú helst ynskja sær at eta. Teir ynskja sær alt frá grísakjøti til sushi. Júst maturin hesar fyrstu dagarnar á sjúkrahúsinum hevur havt stóran týdning, tí eftir 17 dagar í holuni skulu likam teirra venja seg við at fáa mat.

Um dagarnar frættist, at Tham Luang holan nú skal gerast til eitt livandi savn, har søgan um innistongdu dreingirnar og serstøku bjargingina skal forteljast. Roknað verður við, at holan verður eitt ferðafólkamál av teimum heilt stóru. Eisini hava røddir verið frammi um at gera ein film um hendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343