Yvirgangsatsókn í stjórnarbygningi í Irak

Yvirgangsatsókn í stjórnarbygningi í Irak
Í minsta lagi tríggir væl vápnaðir menn tóku seg fyrrapartin inn í stjórnarbygningin í Erbil í Kurdistan í Irak.
Trygdarherlið savnast tætt við stjórnarbygningin, sum varð álopin.
Mynd: Reuters  
 
23.07.2018 - 13:58

Menninir, sum víðgirdu seg á triðju hædd við fleiri gíslum, vórðu skotnir til deyðis eftir tímalangan skotbardaga við stjórnardeildir. 

Í minsta lagi tvey løgreglufólk eru eisini skotin, siga eygavitni. 

Tað var um áttatíðina í morgun, at menninir skutu eftir vaktarfólkum og sluppu inn í bygningin. Har skutu teir frá hon úr einum vindeyga á triðju hædd. 

- Menninir róptu Allahu Akbar - Allah er størri - tá teir stjólu vápnini frá vaktarfólkunum, sum høvdu fingið skaða, sigur talsmaður fyri kurdiska sjálvstýrið. 

Um 11 tíðina hoyrdust fleiri harðar spreingingar, og sambært løgregluni kann tað hava verið álopsmenninir, sum sprongdu bumbuvestar sínar. 

Enn hevur eingin tikið ábyrgd av yvirgangsatsóknini, men illgruni er um, at víðgongdi yvirgangsfelagsskapurin, IS, sum hevur framt fleiri yvirgangsálop móti kurdiska sjálvstýrinum, eisini kann hava framt álopið í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985