Nýggj blóðroynd kann avdúka krabba

Nýggj blóðroynd kann avdúka krabba
Granskarar í Danmark kunnu nú sjúkuavgera óvanliga nógv sløg av krabba við at granska blóðið hjá sjúklingum.
 
17.08.2018 - 08:44

Danskir granskarar hava ment ein nýggjan, serstakan hátt, ið kann avdúka óvanliga nógv sløg av krabba. Tað einasta, ið skal til, er ein blóðroynd. Tað boðar lærdi háskúlin í Keypmannahavn frá í tíðindaskrivi á heimasiðuni.

- Um bara tríggjar krabbameinskyknur eru í blóðinum, kunnu vit finna hesar, sigur Ali Salanti, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Salanti væntar, at hátturin kann brúkast til at avdúka næstan øll sløg av krabba, og vónandi kann tað eisini betra um viðgerðina hjá krabbasjúklingum. 

Granskararnir hava funnið, at eitt serstakt protein, sum er í malariaparasittum, knýtir seg til so at kalla øll sløg av krabba, og tí kann proteinið brúkast til at finna krabban, greiðir Salanti frá. 

Mette Ørskov Agerbæk, granskari og ph.d., greiðir frá, at nýggi hátturin hevur við sær, at til ber at draga livandi krabbameinskyknur úr blóðinum og síðani dyrka og granska tær. Og júst hetta gevur vónir um at betra um viðgerðina hjá sjúklingum, ið hava fingið staðfest krabba.

Granskararnir vóna, at hátturin bæði kann brúkast til at yvirlitskanna fólk, sum eru í vanda fyri at fáa krabba, samstundis sum at hátturin kann hjálpa læknum til eina lætta og skjóta sjúkuavgerð hjá sjúklingum, ið møguliga hava krabba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290