Olja á sjónum, brotin nøs og ov lítil fjarstøða

Olja á sjónum, brotin nøs og ov lítil fjarstøða
Olja er likin út á Vestaru vág í Havn
Hetta er ikki fyrsta oljudálkingin í Havn.
 
18.08.2018 - 12:44

Olja lak út á Vestaru vág í gjár. 

Politiið fekk fráboðan um hana klokkan trý korter til átta í gjárkvøldið. 

Sløkkiliðið legði út forðingar og seint í gjárkvøldið ella í nátt vórðu 1000 litrar av dielselolju tiknir upp. 

Poltitiið veit ikki, hvussu nógv olja er farin á Vestaru vág.

Illgruni er um, at oljan kemur úr einum trolara, Skorabergi, sum stendur á skipasmiðjuni. Hetta verður nú kannað.

Breyt nøsina

Um midnáttarleitið breyt ein maður í Klaksvík nøsina, tá ein útlendingur gav honum nevan í einari kiosk í Klaksvik.

Tveir menn á einum russikum skipi vóru farnir í býin. Annar teirra sló ein klaksvíking so illa, at hann breyt nøsina, sigur politiið. 

Útlendingurin varð tikin og lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Skipsfelagi varð koyrdur um borð á skipið. 

Fjarstøðan umráðandi

Tað ræður um at halda fjarstøðuna til bilin frammanfyri.

Ein bilførari fekk seinnapartiní gjár eitt klipp í koyrikortið og hann fær eisini eina stóra sekt fyri ikki at halda fjarstøðuna.

Orsøkin var eitt ferðsluóhapp við rundkoyrgingina í Kollfjardadali. 

Ein bilur steðgaði, bilurin aftan fyri hann steðgaði eisini, men triði bilurin rendi upp í annan bilin og skumpaði hann í fyrsta bilin.  

Tann, sum koyrdi triðja bilin, fær klipp í koyrikortið og sekt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343