Krúnprinsahúskið vitjar Norðoyggjar

Krúnprinsahúskið vitjar Norðoyggjar
Krúnprinsavitjanin, sum setti sín dám á høvuðsstaðin í gjár, heldur fram í dag, og í dag skal húskið vitja Klaksvík, Kirkju, Hattarvík og Mikladal.
 
24.08.2018 - 08:30

Klokkan 9 leggur kongaskipið Dannebrog at í Klaksvík, har Jógvan Skorheim borgarstjóri tekur ímóti. 

Í Klaksvík skal krúnprinsafamiljan millum annað vitja Biskupstorgið, og síggja ætlanirnar um nýggja miðbýin í Klaksvík. Harumframt verður Edward Fuglø hjástaddur við einari framsýning.

Klokkan 12 fara kongaligu gestirnir við tyrlu úr Klaksvík út á Kirkju har Amalia í Frammistovu, borgarstjóri, tekur ímóti,og úr Kirkju verður koyrt til Hattarvíkar.

Klokkan knapt hálvgum fýra verður farið við tyrlu úr Hattarvík til Mikladals har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, aftur tekur ímóti saman við konu sínari.

Eftir móttøkuna verður vitjað í húsunum, haðan kópakonan er. Søgnin um kópakonuna verður søgd, og síðani fer fylgið oman til standmyndina av Kópakonuni.

Klokkan trýkorter til fimm eru krúnprinsahúskini aftur í Klaksvík og koyra aftur til Dannebrog.

Jógvan Skorheim verður vertur fyri døgurða klokkan hálvgum átta, og Dannebrog fer av Klaksvíkini klokkan 22.40. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094