Vil rinda asylsøkjarum fyri at fara

Vil rinda asylsøkjarum fyri at fara
Íslendski løgmálaráðharrin, Sigríður Andersen, ætlar at rinda asyl-søkjarum pening, um tey vilja sleppa síni ætlan at fáa uppihald í Íslandi.
Sigríður Andersen er íslendskur løgmálaráðharri, og hon vil hava eina gjaldsskipan til asylsøkjarar setta í verk.
 
24.08.2018 - 08:34

Frettablaðið skrivar, at ráðharrin hevur gjørt uppskot, sum loyvir tí almenna at rinda fólki, sum søkja friðskjól, upp í umleið 8.200 krónur, um tey taka umsóknina aftur.

Uppskotið er kent aðrastaðni frá. Frettablaðið skrivar, at sama skipan er galdandi í Svøríki.

Ungmannafelagið hjá íslendsku sosialdemokratunum fílist hvassliga á ætlanirnar hjá løgmálaráðharranum. Felagið hevur kunngjørt, at tey bjóða ráðharranum somu upphædd, um hon játtar at leggja frá sær.

- Ein ráðharri eigur ikki at gera sær dælt av viðkvomu støðuni hjá fólki og bjóða teimum pengar fyri at selja síni mannarættindi, skrivar ungmannafelagið sambært Frettablaðnum.

Uppskotið hjá løgmálaráðharranum kann setast í verk, uttan at Altingið skal taka støðu til tað, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329