Methøg rentuhækkan í Argentina

Methøg rentuhækkan í Argentina
Argentinski tjóðbankin hækkaði í dag rentuna upp í 60 prosent, sum er hægsta renta í øllum heiminum.
Umframt at hava hægstu rentu í øllum heiminum, hevur Argentina størstu inflasjón í G20-landasamstarvinum. 
 
31.08.2018 - 16:38

Argenta er í álvarsamari búskaparligari kreppu, og í dag hækkaði argentinski tjóðbankin rentuna upp í 60 prosent. Tað er hægsta renta í øllum heiminum.

Rentan hækkar, til tess at steðga ógvisliga fallinum á landsins gjaldoyra.

Stjórnin í Argentina hevur eisini biðið altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, um at fáa útgoldið eitt lán upp á 320 milliónir krónur fyrr enn avtalað.

Lániumsóknin varð góðkend í summar, og lánið skuldi eftir ætlan gjaldast út í stigum. Men Argentian hevur brúk fyri øllum peningunum beinan vegin.

Stjórin í IMF, Christine Lagarde, var skjót at svara, at ein loysn má finnast, tí fyritreytirnir fyri láninum eru broyttar.

Argentinski forsetin, Mauricio Macri, varð valdur, tí hann gav lyfti um at endurreisa búskapin.

Umframt at hava hægstu rentu í øllum heiminum, hevur Argentina størstu inflasjón í G20-landasamstarvinum. 

Enn hevur stjórnin ikki sett nýskipanir í verk, sum hon gav IMF lyfti um, tá biðið var um lánið.

Nýskipanirnar hava fyrst og fremst til endamáls at minka almennu nýtsluna og skuldina í Argentina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158