Elias: Eg havi ikki roynt at verið áskoðari fyrr

Elias: Eg havi ikki roynt at verið áskoðari fyrr
Elias Ellefsen á Skipagøta situr millum áskoðararnar, tá Føroyar spæla røkkstøkk til HM-endaspælið móti Bosnia-Hersegovina við Tjarnir 16. mai
Elias Ellefsen á Skipagøtu í dysti móti Slovenia til EM-endaspælið í Olso
Mynd: Kolektiff  
 
11.05.2026 - 13:29

Stóra stjørnan á hondbóltslandsliðnum er sannførdur um, at Føroyar fara at klára seg væl í teimum báðum dystunum móti Bosnia-Hersegovina, sum gera av, um hondbóltsmenninir skulu til sína fyrstu heimsmeistarakapping ella ikki? Eitt er kortini greitt. Íkasti hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu verður frá áskoðaraplássunum.

 - Eg havi ein skaða í økslini, sum ger, at eg má binda frið í seks vikur. Tað er ikki heilt sami skaði sum undan EM-endaspælinum (í Oslo í januar, blaðm.), men tað er aftur økslin. Tað er einki galið við henni, men hon skal hava frið, sigur føroyski spælskiparin hjá THW Kiel.

Hann gjørdi alt hann kundi fyri at gerast klárur til EM-endaspælið í januar. Tað eydnaðist, og hann spældi allar tríggjar dystirnar, men afturkomin til Kiel fór økslin at bila. Tað stóð nógv á týska felagnum, og Elias Ellefsen á Skipagøta varð settur á vøllin í eini roynd at tryggja stigini ímóti eitt nú Magdenburg.

 - Tað var nokk ov tíðliga. Vit royndu at gera tað soleiðis, at eg kundi gera mítt til týdningarmiklu dystirnar hjá okkum, men økslin bleiv ikki betri. Nú er ongin vegur uttanum at binda frið, sigur føroyski landsliðsspælarin

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu í dysti fyri THW Kiel (Mynd: THW Kiel)

 

Hann hevur sitið uttanfyri í áleið tríggjar vikur, so tað verður ongin roynd gjørd at fáa nakrar minuttir burturúr føroysku stjørnuni til dystirnar ímóti Bosnia-Hersegovina. Hann endurvenur í løtuni í Danmark og skal síðan aftur til Kiel tvær vikur undan Final Four í European League.

 - Har eri eg í somu støðu sum til EM. Tá verður tað ein dystur við tíðina um at blíva klárur og ein meting um, hvat avleiðingin er, um eg spæli. Um vit ikki vinna, koma vit ikki í Champions League næsta kappingarár, greiðir Elias Ellefsen á Skipagøtu frá.

Stórfelagið í Kiel hevur ikki staðið seg so væl í Bundesliguni í ár, og tí er ein sigur í European League einasti vegurin til Champions League. Eins og í fjør møtir Kiel franska Montpellier í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni er rein týsk uppgerð millum Melsungen og Flensburg.

 

Góðtekur áskoðaraleiklutin

Kappingarsinnaði hoyvíkingurin hevur verið lykilin á føroyska landsliðnum seinnu árini. Hann vil gera alt fyri at spæla, og hann vil eisini sleppa til HM-endaspælið. Men í dag góðtekur hann, at hansara leiklutur ikki verður á vøllinum.

 - Um eg skal verða erligur, er hetta kanska fyrstu ferð, at eg avkláraður við ein skaða. Eg kann ikki spæla og skal binda frið í seks vikur. Tá dysturin er, eru tríggjar vikur farnar. Tað er nakað lort, men tað ger tað lættari hjá mær at góðtaka, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu og leggur afturat:

 - Eg havi ikki roynt at verið áskoðari til ein landsdyst hjá okkum við Tjarnir, so eg veit ikki hvat eg fari at gera. Eg giti, eg fari at sita millum áskoðararnar.

 

260121_ELIAS_MAL_NET_OK

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi allar tríggjar EM-dystirnar hjá Føroyum í januar. Besta avrikið hjá spælskiparanum kom í síðsta dystinum ímóti Slovenia. 

 

Hann hevur stórt álit á liðfeløgunum á landsliðnum, og er ikki í iva um, at Føroyar kunnu vinna. Serliga tí at seinni dysturin er á heimavølli. Tó liva ringu minnini frá marrudystinum í Norðurmakedónia í 2024, tá Føroyar tveittu ein sjeymáls leiðslu burtur heksaketlinum í Skopje í seinna dystinum.

 - Tað kann verða torført at spæla á útivølli á Balkan. Tað hava vit roynt fyrr, men vónandi hava vit lært av tí. Um einki gongur okkara veg, skulu vit hava leikferðina niður og vóna at fá mál verða skotin, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Marrudysturin í Skopje fyi tveimum árum síðan var ein og dystirnir ímóti Bosnia røkkstøkk-dystur um pláss í HM-endaspælinum. Føroyar skulu aftur til Balkan, og bert tveir dagar eru millum dystirnar hósdagin í Tuzla og leygardagin í Havn.

 - Tað er ein fyrimunur fyri okkum. Vit hava okkara áskoðarar við okkum, tá liðini kanska blíva troytt í seinna dystinum. Um vit vinna við einum ella tapa við tveimum í fyrra dystinum er ikki so týdningarmikið, tá vit spæla tveir dystir. Vit skulu bara ikki fáa ein sekk í Bosnia-Hersegovina, sigur føroyski landsliðsspælarin.

 - Fáa vit eitt gott úrslit á útivølli, vita vit, at vit standa okkum væl á heimavølli. Tá kunnu vit spæla við sjálvsáliti.

 


Hetta eru treytirnar, tá tú ert millum bestu hondbóltsspælararnar í heiminum (Mynd: Kolektiff)

 

HM-endaspælið manglar

Føroyska manslandsliðið hevur spælt tvey EM-endaspøl. Í Berlin í 2024 og í Olso fyrr í ár. Nú vónar Elias Ellefsen á Skipagøtu, at tað eydnast at spæla seg til kappingina um heimsmeistaraheitið.

 - Eg haldi ikki, at trýstið er størri enn vanligt. Vit vilja allir sleppa til HM-endaspælið, og tað trýstið hava vit sjálvir valt. Eitt HM-endaspæl er eitt sindur øðrvísi enn EM, tí tað er longri millum dystirnar og fleiri lond við, sum ikki eri eins sterk og tey til EM. Tað er ein møguleiki hjá okkum at koma enn longri, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Bosnia-Hersegovina er javnan við til endaspølini, men tað hevur verið ein ávís útskifting á liðnum seinastu árini.

 - Tað er torført at meta um styrkina hjá teimum. Teir hava fleiri nýggjar ungar spælarar við, sum vit ikki kenna heilt. Fleiri teirra spæla í feløgum í Evropa og luttaka í Erropean League. Teir tapti á útivølli móti Kosovo, men vunnu stórt á heimavølli. Tað er eitt vanligt mynstur, sum vit eisini kenna aftur frá okkum sjálvum, metir spælskiparin.

Øll verða klókari eftir seinna dystin við Tjarnir leygarkvøldið. Eisini Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum í staðin fyri at stjórna føroyska álopsspælinum á vøllinum, má standa millum øll hini viðhaldsfólkini, hyggja at og seta sítt álit á, at liðfelagarnir spæla landsliðið til Týsklands og fyrsta HM-endaspælið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158