- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menningarkvotur í drag
Framvegis eru nógvir leysir endar at knýta, áðrenn menningarkvotur fyri 2018 kunnu avgreiðast endaliga. Fiskimálaráðið er framvegis ikki liðugt at avgreiða fyrisitingarliga málið, sum fekk aðalráðið at halda aftur part av menningarkvotunum. Kæran frá eina umsøkjaranum er heldur ikki avgreidd, og ei heldur áheitanin frá Fiskimannafelagnum á aðalráðið um at tryggja sáttmálaviðurskiftini hjá manningunum, sum skulu fiska menningarkvoturnar.
Nú eru meira enn tríggjar vikur síðani Fiskimálaráðið boðaði frá, hvør hevur fingið menningarkvotu at fiska í 2018.
Á tíðindafundinum henda týsdagin 14. august boðar landsstýrismaðurin frá, at Fiskimálaráðið hevur lækkað svartkjaftakvoturnar 20% og silda- og makrelkvoturnar 10% í mun til tilmælið frá nevndini - sambært landsstýrismanninum tí "ein umsókn krevur nærri viðgerð, eins og viðmerkingar frá umsøkjara."
Síðani hevur ikki borið til at fáa útgreinað, hvat tað merkir. Málið er framvegis ikki avgreitt. Afturvendandi svarið frá aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum er, at "tað verður avgreitt skjótt."
Ein kæra úr Suðri
Bara fáar dagar eftir at Fiskimálaráðið lutaði út menningarkvoturnar fyri 2018 bað Varðin Pelagic aðalráðið um at viðgera umsóknirnar av nýggjum.
Varðin Pelagic hevði tvær umsóknir um menningarkvotu - eina um sild & makrel og eina um svartkjaft til surimiframleiðslu - men fekk í báðum førum noktandi svar.
Varðin Pelagic vísir á, at grundgevingarnar fyri noktandi svarinum eru ikki í tráð við lóggávuna og kunngerðina um menningarkvotur, og harumframt vísir virkið á fleiri, fyrisitingarligar manglar í sjálvari málsviðgerðini.
Men heldur ikki hetta málið er avgreitt, Varðin Pelagic hevur einki svar fingið, upplýsir Rógvi Reinert, aðalstjóri.
Eitt triðja mál er kravið frá Fiskimannafelagnum um, at virki og onnur, sum fáa menningarkvotu, skulu hava avtalu við manningarfeløgni. Fiskimannafelagið óttast, at manningin kann vera fyri vanbýti, um virki við menningarkvotu fáa fríar teymar at gera avtalur við skip um at fiska hesar kvotur.
Heldur ikki hetta málið er loyst enn. Sambært aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum hevur hann bjóðað Fiskimannafelagnum á fund um málið í næstu viku.
Mangla upplýsingar
Tað hevur somuleiðis gingið striltið og tikið tíð at fáa innlit í tær avgerðir, sum metingarnevndin og Fiskimálaráðið hava tikið, tá menningarkvoturnar vórðu býttar út.
Sambært tí innliti, sum higartil er latið, hevur Fiskimálaráðið í fleiri førum biðið tey, sum hava fingið tilsøgn um menningarkvotur, um at koma við fleiri upplýsingum og dokumentatión, sum Fiskimálaráðið skal góðkenna, áðrenn endaliga tilsøgnin um menningarkvotu verður latin. Fiskimálaráðið biður millum annað um íløguætlanir, fíggjarætlanir og rakstrarætlanir. Eisini verður biðið um váttan fyri, at veiða skal landast til ávís virki - til dømis at uppsjóvarkvoturnar hjá Snarfrost og einum felag undir stovnan skulu landast til flakavirkið í Miðvági; at menningarkvoturnar hjá Jókini skulu landast í Hvalba og Vestmanna, og at Vestmanna Fiskavirki bindir seg til at lata Vestmanna Seafood sínar menningarkvotur. Í øllum trimum dømum er orðingin "í tann mun tað er gjørligt", skoytt uppí treytina.
Eisini eru dømi um, at Fiskimálaráðið biður um skjalprógv fyri, at eginpeningur er til staðar til tað, sum umsøkjari sigur seg ætla.
Sambært Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, hevur aðalráðið enn ikki fingið allar hesar upplýsingar frá teimum níggju feløgum, sum hava fingið tilsøgn um menningarkvotu.
Enn er einki fiskiloyvi útskrivað til nakað skip, sum skal fiska menningarkvotu.
Menningarkvoturnar verða latnar við støði í eini kunngerð, sum bara fevnir um fiskiskap í 2018.