Lógin um sjúkradagpening skal eisini galda fyri smærri fyritøkur

Lógin um sjúkradagpening skal eisini galda fyri smærri fyritøkur
Uppskotið er farið til hoyringar, og ætlanin er at leggja tað fram í heyst
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sent uppskot um broytingar sjúkradagpeningalógini til hoyringar.
 
07.08.2025 - 14:30

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum ætlar, at lógin um sjúkradagpening eisini skal verða galdandi fyri smærri vinnurekandi. 

Eftir galdandi lóg hevur arbeiðsgevarin skyldu at rinda starvsfólki løn frá fyrsta fráverudegi, til viðkomandi aftur er vorðin frískur. Eftir 120 sjúkradagar, kann arbeiðsgevarin við vanligari uppsagnarfreist siga viðkomandi úr starvi.

Í summum førum er neyðugt hjá tí vinnurekandi at seta ein avloysara í starvið, ella rinda einum øðrum fyri at loysa uppgávurnar hjá tí langtíðarsjúka, og tann vinnurekandi má í tílíkum førum rinda tvær lønir í eitt tíðarskeið.

 

Kunnu koma í fíggjarligt óføri

Dømi eru um smáar fyritøkur, sum eru komnar í fíggjarligt óføri av hesum.

Við uppskotinum, sum nú er farið til hoyringar, fáa smærri vinnurekandi møguleika at fáa endurrindaðan stóran part av lønarútreiðslum til fólk, sum eru sjúk longur enn fýra vikur.

Skipanin verður í fyrstu atløgu galdandi fyri smærri vinnurekandi, sum ikki hava havt samlaðar lønarútreiðslur fyri meira enn fýra milliónir kr. seinasta álíknaða inntøkuár.

Sambært samgonguskjalinum skal rætturin hjá smærri vinnurekandi til sosialar skipanir, eitt nú sjúkradagpengar, endurskoðast.

Ætlanin er at leggja uppskotið fyri tingið í heyst, og lógin skal koma í gildi 1. januar 2026. 

- Langtíðarsjúka skal ikki vera orsøkin til, at smærri fyritøkur koma í fíggjarlig óføri.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1757216


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115