- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfelagssamstarvið sigur kortanei til at hækka pensjónsaldurin
Fakfelagssamstarvið sigur kortanei til at hækka pensjónsaldurin
Tað hava tey sjey fakfeløgini boðað landsstýrismanninum frá, og tað staðfesta tey enn einaferð í fráboðan til miðlarnar í dag

Jacob Eli Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
Mynd: Savn
08.08.2025 - 18:18
Fakfelagssamstarvið sigur kortanei til at hækka pensjónsaldurin.
Tað hava tey sjey fakfeløgini boðað landsstýrismanninum frá, og tað staðfesta tey enn einaferð í fráboðan til miðlarnar í dag. Jacob Eli S. Olsen er formaður í Føroya Lærarafelag.
Løgmaður segði annars á ólavsøku, at tað er neyðugt at hækka pensjónaldurin, og at landsstýrið er í samskifti við fakfeløgini um, hvussu tað skal gerast.
Fakfelagssamstarvið er eitt samstarv millum Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagi Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Pedagogfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1757391
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























