Koyrdi ávirkaður og misti koyrikortið

Koyrdi ávirkaður og misti koyrikortið
Hetta er aðru ferð, at bilførarin er tikin fyri at bróta ferðslulógina, og tí missir hann koyrikortið í 3,5 ár.
 
12.09.2018 - 09:23

Pínulinnandi heilivágur kann ikki brúkast sum umbering fyri at koyra við kenning. Tað hevur Føroya rættur staðfest í einum dómi.

Politiið steðgaði einum bilførara tíðliga ein leygarmorgun í mars í fjør. Promillan hjá bilføranum var 0,24. Markið er 0,20.  

Bilførarin noktaði seg sekan í rúsdrekkakoyring í rættinum.

Hann segði, at hann hevði tikið ein Voltaren pillara og tveir Ibuprofen pillarar, sum er pínulinnandi heilivágur, og drukkið í mesta lagi hálva gulløl.

Men pínulinnandi heilivágur kann ikki brúkast sum grundgeving fyri frídøming fyri ákæru um rúsdrekkakoyring, sigur Føroya rættur.

Dómurin er tíggju dagar treytað fongsulsrevsing, samfelagstænasta í 30 dagar og 8.500 krónur í sekt.

Av tí at hetta er aðru ferð, bilførarin er tikin fyri at bróta ferðslulógina, missir hann koyrikortið í hálvt fjórða ár.

Seinna brotið er framt í royndartíðini eftir fyrra brotið. Tí er revsingin so hørð hesaferð. 

Hon er ásett eftir tí, sum Rættarnevndin hjá løgtinginum segði í 2009 um koyring aðru ferð, har promillan er millum 0,21 og 0,50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878