Danmark: Forboð fyri fartelefonum í skúlanum

Danmark: Forboð fyri fartelefonum í skúlanum
Hetta verður gjørt fyri at venda gongdini, nú Danmark hevur fingið eitt vánaligt úrslit í PISA-kanningini
Danska stjórnin hevur havt tíðindafund um vánaliga úrslitið í PISA-kanningini.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2026 - 15:14

Danska stjórnin krevur nú fullkomið bann av fartelefonum í skúlanum fyri øll børn yngri enn 15 ár.

Tað hevur Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin, kunngjørt á tíðindafundi seinnapartin.

Hetta verður gjørt fyri at venda gongdini, nú Danmark hevur fingið eitt vánaligt úrslit í PISA-kanningini:

 

10092026_Mette_um_fartelefonir


Tá ið talan er lesing, fingu donsku næmingarnir í miðal 460 stig í PISA-stigum frá kanningini í 2025. Tað er vánaligasta úrslit hjá Danmark higartil.

Føroysku næmingarnir stóðu seg enn verri í PISA-kanningini. Teir fingu bara 428 stig, 32 stig færri enn miðaltalið í Danmark.

Av Norðurlondum Ísland aftrat. Ísland fekk 422 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949