Thor selur sjey skip

Thor selur sjey skip
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur sett sjey av sínum fiskiskipum til sølu.
Uppsjóvarskipið Hoyvík hjá reiðarínum Thor er sett til sølu.
 
12.09.2018 - 09:21

Talan er um skipini Hoyvík, Ran, Kappan, partrolararnar Topas og Sardis, Phoenix og Kúrberg. Tað skrivar portal.fo.

Umframt tey sjey skipini, ið nú eru sett á sølulistan, eigur Thor eisini skeljabátarnar Norðheim og Varðborg, línubátin Leitisstein og garnaskipini Thor og Túgvustein. Hesi skipini standa ikki á sølulista.

Fyri nøkrum mánaðum síðani seldi reiðaríið eisini frálandaskipið Thor Beamar, ið var eitt av gomlu frálandaskipunum í felagnum.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, segði tá við kringvarpið, at teir høvdu arbeitt í eina tíð við at selja tey eldru frálandaskipini burtur úr felagnum, millum annað tí tað er torført at fáa eldru skipini at lúka strongu krøvini, sum verða sett til frálandaskip. 

Av teimum eldru frálandaskipunum hjá Thor, er tað bara Tórsvík eftir, ið eisini er til sølu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Nýggjastu sendingar í SV